Privatlívspolitikkur
hjá Sp/f Signar Kallsberg
Dátuverdarkunning
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sp/f Signar Kallsberg at tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Sp/f Signar Kallsberg er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sp/f Signar Kallsberg:
Sp/f Signar Kallsberg
Dalavegur 7
750 Viðareiði
Tel. 454525
Á heimasíðuni idka.fo sæst hvat verður bjóða út av tænastum.
2. Nær viðger Sp/f Signar Kallsberg persónupplýsingar um teg
Sp/f Signar Kallsberg viðger persónupplýsingar um teg í samband við venjing, vegleiðingar til venjing (Persónlig venjing), tiltøk (venjingar), skeiðin og sølu av vørum o.a.
Tað kann verða at Sp/f Signar Kallsberg hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Sp/f Signar Kallsberg hevur bæði eina Facebook síðu og eina Instagram síðu. Her viðger Sp/f Signar Kallsberg persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Sp/f Signar Kallsberg. Afturat hesum viðgera Facebook og Instagram eisini upplýsingar um teg um tú sendir teimum beinleiðis boð ígjøgnum hesar miðlarnar.
Eisini kann tað verða at tú hevur sent Sp/f Signar Kallsberg, ein fyrispurning, eina tíðar bílegging, ein tilmelding um limaskap, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.l. sum ger at Sp/f Signar Kallsberg skal viðgera tað tú sendir inn, hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Sp/f Signar Kallsberg vil veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað neyðugt hjá Sp/f Signar Kallsberg at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tað eru fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tað kann verða at taka ímóti og viðgerð av ordrum frá tær. Senda vørur út til tín, veita tænastur í samband við eina viðgerð, svara fyrispurningum og senda rokningar osfv.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar, sum Sp/f Signar Kallsberg viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.
-
Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-4 og 6. Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
-
Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Tá tú keypir eina vøru ella eina tænastu verða oftast bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar brúktar.
Vanligu persónupplýsingarnar viðgjørdar eru:
-
For- og eftirnavn
-
Bústað
-
Postnummar
-
Býur/bygd
-
Teldupost
-
Telefon
Viðkvæmar persónupplysingarnar, sum verða viðgjørdar í sambandi við eina viðgerð eru oftast:
-
Heilsuupplýsingar
Um tú ert virkin á Facebook/Instagram síðuni eru tað hesar upplýsingar, ið verða viðgjørdar:
-
For- og eftirnavn
-
Mynd
-
Aðrar upplýsingar tú sjálv/ur hevur deilt og/ella dáma við tín profil
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Sp/f Signar Kallsberg gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari. Men vit nýta í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera bókhald, bíleggingarskipanir og goymsla/viðgerð av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Sp/f Signar Kallsberg nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
6.1 Sp/f Signar Kallsberg brúkar Facebook og Instagram
Sp/f Signar Kallsberg hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Sp/f Signar Kallsberg. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook.
Sp/f Signar Kallsberg hevur eina Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur eisini her at vera vitandi um, at Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Instagram síðuna hjá Sp/f Signar Kallsberg. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Instagram brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Instagram er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Instagram og hevur góðtikið politikkin hjá Instagram.
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Instagram.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar Sp/f Signar Kallsberg tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá okkum og upplýsingarnar koma beinleiðis frá tær.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Sp/f Signar Kallsberg hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógina hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).
10.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
10.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
10.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
10.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at Sp/f Signar Kallsberg skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
10.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Sp/f Signar Kallsberg á signar@skallsberg.fo.
10.9 Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Sp/f Signar Kallsberg ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
---------
Hesin privatlívspolitikkur er seinast dagførdur 15. august 2024